May 14 2024 10:52:25
News Photos Forum Search Contact History Linkbox Calendar
 
View Thread
Gongumenn | General | General Discussion
3
Grizlas
insider trading?

User Avatar

General

Group: Administrator, Klikan, Regulars, Outsiders
Location: Denmark
Joined: 08.06.06
Posted on 16-11-2007 00:20
ein áhugaverdur tráður er komin inni á kjak.fo:

http://www.kjak.fo/forum/viewtopic.php?t=9331


Lamech, ert tú førður fyri at varpa eitt sindur av ljósið á hettar? Veit lí­tið og einki um aktiur..og annars hvat halda tit um hetta? Kann hettar ikki fáa rættliga álvarsamar fylgjur um hald er í­ hesum?


You want to tempt the wrath of the whatever from high atop the thing?

Send Private Message
fjallsbak
RE: insider trading?


Familiar

Group: Klikan
Location: Tórshavn
Joined: 02.07.06
Posted on 16-11-2007 13:28
Tey sum skriva á www.kjak.fo blanda tvey ting saman sum ikki hoyra saman.

Viðví­kjandi handlum við ov lágum kursi.

Teir handlarnir sum eru strikaðir eru feilir sum vóru gjørdir í­ marknaðinum. Børsurin hevur góðtikið grundgevingina fyri feilinar og hevur tí­ strika handlarnar. Um børsurin ikki góðtók grundgevingina só vóru tey sum handlaði noydd til at gjøgnumføra handlarnar. Sum hevði merkt stórt tap hjá tí­ eina partinum og tilsvarandi vinning hjá hinum.

Ví­ðví­kjandi insider handlum.

Treytinar fyri allar børsskrásettar fyritøkur eru at tær hava ein compliance officer. Uppgávan hjá einum compliance officer er at skráseta øll sum hava eina serliga vitan um felagið.

Um ein persónur við insidaravitan ger ein handil, so skal hesin handil fráboðast til børsin og møguliga eisini almannakungerðast beint aftaná at handilin er gjørdur.

Fólk við insidaravitan hava eisini nakrar reglur um nær tey sleppa at handla virðisbrævið. Sjálvur havi eg ein stongdan glugga og opnan glugga, tvs at eg sleppi bara at keypa og selja Eik partabrøv í­ einum áví­sum tí­ðarskeiði.



Send Private Message
Celdar
RE: insider trading?


Initiate

Group: Klikan
Joined: 02.08.06
Posted on 16-11-2007 15:59
Kulur postur Lamech smiley



Send Private Message
Jump to Forum:
Back to front page