March 28 2024 22:55:44
News Photos Forum Search Contact History Linkbox Calendar
 
Forum Threads
Newest Threads
AI discussion
Starship orbital lau...
Besti ella størsti ...
Covers that Rock
Good music that peop...
UFO incidents
Great live performances
Guitar playing on Yo...
Moloch
Top 10 Faroese Guita...
Linkbox
Newest Links
Dune 2 Is The End Of... (0)
Coffee drinkers have... (0)
‘Dune 2’ Will ... (0)
Skiing in Europe as ... (0)
Marius Ziska go Før... (0)
Why Japan is Hollowi... (0)
Dealing In Construction (0)
Who would you pick t... (6)
Lets hope they can k... (0)
Inside The World's B... (1)
Random Photo
inni í­ Sighisoara
inni í­ Sighisoara
Transylvania06 by Ebbi

Member Poll
How much do you think you current job will be affected by A.I., within the next 10 years?

Not at all

Slightly

Moderately

Significantly

Don't know

You must login to vote.
For whom the bell tolls
Torkil

Torkil Olsen (Gongumenn limur Tool) andaðist gjárkvøldið kl. 17:30 á landssjúkrahúsinum í Havn, 38 ára gamal. Torkil doyði av heilakrabba, ið hann fekk staðfest í januar 2012.


Nógvir av okkum her kendu Torkil væl, og hava mangan ballast saman við honum og prátað við hann um mangt og hvat. Eisini spældi hann poker við okkum av og á, og hevur arbeitt eitt sindur við gongumenn heimasíðuni.


Torkil og eg eru systkinabørn, og vuksu upp sum grannar á Lauritsargøtu í Havn. Hann var árið eldri, og fór ein annan veg ígjøgnum lívið enn eg, men ongantíð mistu vit sambandið, og vóru har altíð fyri hvønn annan.


Orð eru fátøk, men eg fari at royna heilt stutt at lýsa Torkil sum eg kendi hann.


Tá eg hugsi um Torkil, so er tað fyrst og fremst tónleikin mær rennur í hug. Aftaná eina spaka byrjan við at dansa break dance, og lurta eftir Roxette, Wham og Duran Duran, blivu tónarnir harðari. Í 1991 kom Black Album út, og hettar bleiv byrjanin uppá eina lívslanga dyrkan av Metallica. Á myndini omanfyri sæst hann í Grasagarði 1997 við sínum Kirk Hammett guitara – ein av hansara dýrastu ognum. Gleðin fyri Metallica var eftir tá so mangt annað var farið, og minnist eg at vit fyri bert fáum vikum síðani rockaðu til Sad But True og mintust gamlar dagar. Tónleikalívið hjá Torkil var so nógv ríkari og meira fjølbroytt enn mítt egna, men eg haldi ikki eg fari heilt skeivur í at Metallica hevur havt ein avgerandi leiklut.


Torkil var tað sum eg vil kalla ein moralskur maður. Rættiliga tíðliga byrjaði hann at hugsa fyri seg sjálvan, og valdi at fylgja sínari sannføring í talu og í gerð – nakað sum ikki var uttan kostnað í Føroyum um tað mundi. Torkil var ateist og ikki bangin fyri at siga tað. Hann var eisini áhugaður í filosofi, og livdi eftir besta førimuni í tráð við hugleiðingarnar hjá Kant. Hansara sterka íborna áræðið brúkti hann mangan til at hjálpa øðrum, og ikki minst mær. Torkil var kletturin sum altíð hevði stýr uppá tað, og altíð hevði yvirskot til at hjálpa við trupulleikunum hjá øðrum.  


Tá tað kom til teldur, var Torkil í serklassa. Eg minnist hvussu eg plagdi at fara yvir til hansara at spæla telduspøl á Amiga 500. Barbarian, Phantasie 3 og Great Giana Sisters koma til hugs. Hesin áhugi fyri teldum vaks við tíðini til eina datamatikaraútbúgving, og so til arbeiði hjá Mærsk Data, IBM og mongum øðrum. Eg havi hoyrt frá fólki, at Torkil var stak dugnaligur í sínum arbeiði, kanska ikki minst tí hann fór so seriøst til verka, og treiskur sum hann var, gavst hann ikki fyrr enn tað riggaði.


Meðan Torkil arbeiddi hjá Mærsk og búði í Rødovre, hendi tað, at hann bleiv einsamallur pápi. At taka sær av einum lítlum barni einsamallur í Keypmannahavn, meðan man samstundis hevur eitt arbeiði at passa; tað høvdu ikki øll megnað. Men við sínum sterka vilja so fekk Torkil eisini hettar at rigga. Eingin kann ynskja sær ein betri pápa enn Torkil, og hevur hann uppiborið alla virðing fyri eisini her at hava gjørt tað rætta, hóast tað ikki var lætt.


Av lyndi var Torkil av fittastu monnum; altíð fyrikomandi og vinarligur. Hann var ongantíð dømandi, men heldur áhugaður og forvitin. Av hesum sama, so hava fólk altíð dámt Torkil, og kendi hann fleiri fólk enn tey flestu.  Torkil var loyalur og staðfastur yvirfyri tí hann helt var rætt, og fór ongantíð uppá kompromis við seg sjálvan, sjálvt um tað leikaði hart á. Fyri mong hevur hann verið ein stuðul og ein vinur sum tey kundu líta á, og minni hansara livir víðari í hjørtum okkara.



RIP Torkil – mín vinur, mín fyrimynd.


Comments
Norlander on April 05 2013 16:12:45
Mín sammkendslur fyri øllum hansara nærmastu.

Torkil var awesome - eitt orð í verður brúkt alt alt for nógv,; her passar tað inn. Tó vit hava, í eina rúma tíð, vist hvønn veg tað gekk, so er sorgin stór.
Yutani on April 05 2013 17:32:40
Eg kondoleri. Eg kendi ikki Torkil væl, havi bert møtt honum nakrar fáar ferðir. Tó haldi eg at tað sum tú hevur skriva passar væl.
Lazarus on April 05 2013 17:34:30
Mína sammkenslu til øll hansara.

Vóru tað fleiri Torkil Olsen, var heimurin eitt betri stað!
Jogvanth on April 05 2013 18:35:51
Mína samkenslu til øll hansara nærmastu.

Ikki kendi eg hann væl, men tað lítla eg kendi hann var bert av tí góða.
Laluu on April 05 2013 21:53:33
Eg kondoleri.

Eins og Yutani og Jogvanth, so kendi eg hann ikki væl, men var so heppin at hitta hann nakrar ferðir.

Eg sá hann sum ein sera fittan, hjálpsaman og erligan persón.
Vester on April 08 2013 16:18:41
Konduleri :/ væl skriva Tórdur....
Post Comment
Please Login to Post a Comment.
Ratings
Rating is available to Members only.

Please login or register to vote.

Awesome! Awesome! 100% [3 Votes]
Very Good Very Good 0% [No Votes]
Good Good 0% [No Votes]
Average Average 0% [No Votes]
Poor Poor 0% [No Votes]
Login
Username

Password



Forgotten your password?
Request a new one here.
Last Seen Users
Norlander04:01:53
Boddin21:21:14
Spiff 1 day
OKJones 1 day
Vuzman 5 days
Grizlas 1 week
Laluu 2 weeks
Vester 3 weeks
Aliennizer 4 weeks
fjallsbak 6 weeks
Obituaries
You must login to post a message.

Grizlas
24/12/2023 15:06
Gleðilig jól

Norlander
24/12/2023 10:09
Gleðilig jól!

Norlander
29/10/2023 19:16
:/

Grizlas
29/10/2023 11:35
RIP Matthew Perry.

Norlander
25/08/2023 19:22
That's not from the chess scene, it's Omar to Wee Bay, 2 mins into this clip: https://www.youtube.com/w
atch?v=LF0Xt6b525E


Vuzman
25/08/2023 18:11
That chess scene is forever seared into my memory...

Norlander
24/08/2023 20:03
You quoting the Wire, wow smiley

Vuzman
24/08/2023 08:56
You come at the king, you best not miss... RIP Prigozhin

OKJones
10/08/2023 21:29
the search function doesn't work, it doesn't show what it finds

Vuzman
10/08/2023 16:34
RIP Sugar Man