For whom the bell tolls
Posted by Grizlas on April 05 2013 15:56:55
Torkil

Torkil Olsen (Gongumenn limur Tool) andaðist gjárkvøldið kl. 17:30 á landssjúkrahúsinum í Havn, 38 ára gamal. Torkil doyði av heilakrabba, ið hann fekk staðfest í januar 2012.


Nógvir av okkum her kendu Torkil væl, og hava mangan ballast saman við honum og prátað við hann um mangt og hvat. Eisini spældi hann poker við okkum av og á, og hevur arbeitt eitt sindur við gongumenn heimasíðuni.


Torkil og eg eru systkinabørn, og vuksu upp sum grannar á Lauritsargøtu í Havn. Hann var árið eldri, og fór ein annan veg ígjøgnum lívið enn eg, men ongantíð mistu vit sambandið, og vóru har altíð fyri hvønn annan.


Orð eru fátøk, men eg fari at royna heilt stutt at lýsa Torkil sum eg kendi hann.


Tá eg hugsi um Torkil, so er tað fyrst og fremst tónleikin mær rennur í hug. Aftaná eina spaka byrjan við at dansa break dance, og lurta eftir Roxette, Wham og Duran Duran, blivu tónarnir harðari. Í 1991 kom Black Album út, og hettar bleiv byrjanin uppá eina lívslanga dyrkan av Metallica. Á myndini omanfyri sæst hann í Grasagarði 1997 við sínum Kirk Hammett guitara – ein av hansara dýrastu ognum. Gleðin fyri Metallica var eftir tá so mangt annað var farið, og minnist eg at vit fyri bert fáum vikum síðani rockaðu til Sad But True og mintust gamlar dagar. Tónleikalívið hjá Torkil var so nógv ríkari og meira fjølbroytt enn mítt egna, men eg haldi ikki eg fari heilt skeivur í at Metallica hevur havt ein avgerandi leiklut.


Torkil var tað sum eg vil kalla ein moralskur maður. Rættiliga tíðliga byrjaði hann at hugsa fyri seg sjálvan, og valdi at fylgja sínari sannføring í talu og í gerð – nakað sum ikki var uttan kostnað í Føroyum um tað mundi. Torkil var ateist og ikki bangin fyri at siga tað. Hann var eisini áhugaður í filosofi, og livdi eftir besta førimuni í tráð við hugleiðingarnar hjá Kant. Hansara sterka íborna áræðið brúkti hann mangan til at hjálpa øðrum, og ikki minst mær. Torkil var kletturin sum altíð hevði stýr uppá tað, og altíð hevði yvirskot til at hjálpa við trupulleikunum hjá øðrum.  


Tá tað kom til teldur, var Torkil í serklassa. Eg minnist hvussu eg plagdi at fara yvir til hansara at spæla telduspøl á Amiga 500. Barbarian, Phantasie 3 og Great Giana Sisters koma til hugs. Hesin áhugi fyri teldum vaks við tíðini til eina datamatikaraútbúgving, og so til arbeiði hjá Mærsk Data, IBM og mongum øðrum. Eg havi hoyrt frá fólki, at Torkil var stak dugnaligur í sínum arbeiði, kanska ikki minst tí hann fór so seriøst til verka, og treiskur sum hann var, gavst hann ikki fyrr enn tað riggaði.


Meðan Torkil arbeiddi hjá Mærsk og búði í Rødovre, hendi tað, at hann bleiv einsamallur pápi. At taka sær av einum lítlum barni einsamallur í Keypmannahavn, meðan man samstundis hevur eitt arbeiði at passa; tað høvdu ikki øll megnað. Men við sínum sterka vilja so fekk Torkil eisini hettar at rigga. Eingin kann ynskja sær ein betri pápa enn Torkil, og hevur hann uppiborið alla virðing fyri eisini her at hava gjørt tað rætta, hóast tað ikki var lætt.


Av lyndi var Torkil av fittastu monnum; altíð fyrikomandi og vinarligur. Hann var ongantíð dømandi, men heldur áhugaður og forvitin. Av hesum sama, so hava fólk altíð dámt Torkil, og kendi hann fleiri fólk enn tey flestu.  Torkil var loyalur og staðfastur yvirfyri tí hann helt var rætt, og fór ongantíð uppá kompromis við seg sjálvan, sjálvt um tað leikaði hart á. Fyri mong hevur hann verið ein stuðul og ein vinur sum tey kundu líta á, og minni hansara livir víðari í hjørtum okkara.



RIP Torkil – mín vinur, mín fyrimynd.



Extended News