Phoenix-leiðarar fongsulsrevsing
Posted by fjallsbak on September 14 2006 15:46:36
Phoenix-leiðarar fongsulsrevsing

Leiðarar í týska íløgufelagnum Phoenix hava fingið sjey ára fongsulsrevsing

Extended News

Fyrr í hesi vikuni gjørdist greitt, at ein prokuristur og ein forrætningsførari í nógv umrødda týska íløgufelagnum, Phoenix, hava fingið fongsulsrevsing.

Berlingske Tidende skriva, at teir báðir menninir hvør hava fingið sjey ár handan rimar fyri at hava snýtt einar 30.000-40.000 íleggjarar. Harvið er staðfest løgfrøðiliga, at svik varð framt í týska íløgufelagnum.

Tað var í vetur, at tað gjørdist almenninginum greitt, at meginparturin av pengunum í Phoenix vóru burtur.

Fleiri føroyingar eru millum teirra, ið hava mist pening í Phoenix.