Føroyingar skikkað sær best
Posted by Jogvanth on February 23 2007 08:33:30

Føroyingar skikkað sær best.

Hetta er yvurskrift á Portal.fo í dag.
Helt hettar verða forvitnisligt, at í øllum heiminum, so sita minst fólk í fongsli pr. íbugva í Føroyum. Ikki tí, hettar er naka sum flestu føroyingar hava havt varhugan av leingi, men nú hava vit so fingi vísindalig prógv fyri hesum.

Tíðindastubbin er eisini at lesa víðari her.


Extended News

Hetta er yvurskrift á Portal.fo í dag.
Helt hettar verða forvitnisligt, at í øllum heiminum, so sita minst fólk í fongsli pr. íbugva í Føroyum. Ikki tí, hettar er naka sum flestu føroyingar hava havt varhugan av leingi, men nú hava vit so fingi vísindalig prógv fyri hesum.

Føroyingar skikka sær best

Onga aðrastaðni í heiminum sita so fá fólk í fongsli sum í Føroyum. Fyri hvørji 100.000 fólk sita 15 føroyingar inni dagliga, og hetta er nógv minni enn nakra aðrastaðni

Hesi tøl framganga í eini kanning, International Centre for Prison Studies í King's College í London hevur gjørt. Í kanningini luttóku 214 sjálvstøðug lond og ósjálvstøðug øki, har í millum Føroyar.

Sambært World Prison Population List sita dagliga í miðal 15 føroyingar inni fyri hvørji 100.000 fólk.

Hesi tøl gera, at Føroyar liggja langt aftast á hesum lista, og fyri einaferð skyld er tað flott at liggja aftast.

Ikki óvæntað liggur USA fremst á listanum. Langt fremst. Har sita dagliga 737 fangar fyri hvørji 100.000 fólk. Næst fremst er Russland, har í miða 615 fólk sita inni um dagin fyri hvørji 100.000.


© Rólant Waag Dam - Sosialurin