July 31 2025 13:10:29
News Photos Forum Search Contact History Linkbox Calendar
 
Forum Threads
Newest Threads
Great live performances
Covers that Rock
AI discussion
new tab page
Good music that peop...
Starship orbital lau...
The MAGA chronicles
Stand up comedy
It's a trap!
The Tech billionaire...
Linkbox
Newest Links
Hulk Hogan: Did Chil... (2)
Ozzy Osbourne, Black... (1)
How Michael Mizrachi... (5)
10 underappreciated ... (1)
Some Football stats (1)
Jimmy Carr - Who Wan... (0)
Handheld laser weldi... (0)
Skal dine billeder b... (3)
How Voyager I got fixed (0)
My dinner with Adolf (1)
Random Photo


Summarhús 2010

Member Poll
Should I watch "The Rings of Power"?

Yes

No

LOL

You must login to vote.
Hægstirættur metur online-poker verða ólógligt!
News by JogvanthHægstirættur í Danmark, hevur tikið avgerð í einum rættarmálið, har ein 34-ára gamal dani er dømdur sekur eftir §203 í donsku revsilógini, um at hava havt poker (og harvið hasard) sum høvuðsvinnu.


Maðurin fekk eina bót áljóðandi 5.000,- krónur og hald bleiv lagt á 194.000,- krónur, ið hann segði seg hava vunni í poker á alnótini. Bótin á 5.000,- krónur fall tó burtur við dóminum, men so skal maðurin gjalda sakarkostnaðin ístaðin.


Dómarin metti, at hóast servarin, ið maðurin hevði spælt poker á, lá í einum landi har internet-poker er lógligt, so hevði maðurin broti §203 í donsku revsilógini um hasard, við at hann hevði brúkt eina teldu í Danmark til at spælt poker á hesum servarum við.


Eftir hettar metir Vagn Greve, ein serfrøðingur í danskari lóggávu, at alt pokerspæl í Danmark er ólógligt, tí at hettar kann metast sum eyka inntøka og tí kann metast sum vinna.


Av tí at einki mark er sett fyri hvussu stóra upphædd ein kann vinna lógliga, so verður mett, at alt poker kemur at liggja undir hesum dóminum, so at øll ið framyvir spæla poker í Danmark eru at meta sum lógbrótarir og kunnu straffast eftir §203.
Comments
Grizlas on September 09 2009 21:44:26
Hettar er hampuliga stórt
Jogvanth on September 10 2009 08:39:50
Hampuliga, rættuliga stórt.

Tað mann so eisini merkja at vit allir eru lógbrótarar. smiley

FO hevur, so vítt sum eg veit, somu lóg galdandi.
Vuzman on September 10 2009 11:59:42
Tað avgerandi í hesum málinum er at maðurin hevur havt poker sum høvuðsvinnu. Tað er also ikki ólógligt at spæla poker, men 'bert' at hava poker sum høvuðs- ella supplerandi vinnu.

Sum nevnt er onki fast mark fyri hvat hetta merkir, men eg havi hoyrt tøl sum 5-10%; tvs. at er tín pokervinningur undir 5-10% av tínari høvuðsinntøku, so ert tú safe.

Tit kunnu altíð flyta til 'forboðs'-Svøríki.... smiley
Roffen on September 10 2009 12:16:07
Kanska Føroyar kann blíva til eitt pokerland vid broyta lógina har og tiltrekkja danskarar og gamblarar til Føroyar! Kanska enntá eitt europeiskt Vegas!

Men ja, tad er stórt mál sum kann raka nógv fólk.

5-10% er bara ein skrøna, politii tók ein ungan mann í Odense fyri at hava ein hobbyknív liggjandi í ambodskassanum í bilinum og ákærdi og tveitti hann í gegli í 7 dagar fyri lógarbroti!

Og nær er tad ein inntøka og nær er tad bara pengar í umløbi? Tá tad stendur á poker-konto-ini á servaranum og bara er virtuellir pengar ella tá man flytir teir heim til donsku konto-ina?

Kann man so trekkja tap frá eisini?

Í mínum heimi ein grázona, sum skal avgreidast, antin annan vegin ella hin. smiley
Jogvanth on September 10 2009 12:28:34
"Tað er also ikki ólógligt at spæla poker, men 'bert' at hava poker sum høvuðs- ella supplerandi vinnu"


Tað avgerðandi í hesum dóminum, er nettupp tað, at allir vinningur frá poker kann metast sum supplerandi inntøka, og tí kann metast sum vinna og harvið vera ólóglig. 5-10% passar nemliga ikki. Um tú vinnur 5 milliónir krónur ella 5 krónur kanst tú blíva ákærdur og dømdur eftir §203. Av tí at onki fast mark er sett (tað er tað ið millum annað lá sum grundgeving fyri dómin) kann øll inntøka frá poker metast at vera ólóglig.

"Kanska enntá eitt europeiskt Vegas!"


Eg havi hugsað tað sama. Tað er nú, ein átti at broytt føroyska lóggávu til at loyvt "gambling". Tað hevði kunna verði ein heilt óhugnalig meirinntøka hjá landskassanum. smiley
Vuzman on September 10 2009 15:53:25
Hatta er so tulkanin hjá Vagn Greve og má standa fyri hansara egnu rokning. Inntil ein nýggjur dómur í hægstarætti har onkur verður dømdur fyri at hava tjent 5 kr uppá poker við síðuna av einari nógv størri høvuðsinntøku, so kunnu vit ikki vera vís í hesum.

Eitt áhugavert innlegg um málið, sum vísir seg at vera eitt sindur fiskut...: http://blog.politiken.dk/sunespoker/2009/09/09/kriminel-igen-igen/

"Kanska enntá eitt europeiskt Vegas!"

Eg havi hugsað tað sama. Tað er nú, ein átti at broytt føroyska lóggávu til at loyvt "gambling". Tað hevði kunna verði ein heilt óhugnalig meirinntøka hjá landskassanum. smiley

Ja! og kom og ger Føroyar til eitt hentleikaflaggparadís, og eitt fyritøkuskattaparadís, og transitflogvallaparadís, og universitetsparadís, o.s.fr.!!!1

Ella kom og ger Føroyar til eitt paradís fyri snævurskygd, konservativ fólk sum ongantíð fáa nakað gjørt, ongantíð vilja fáa nakað gjørt, og sum skjóta fólk niður sum royna at fáa nakað gjørt.

Åh, bíða...
Norlander on September 10 2009 23:08:57
Ja! og kom og ger Føroyar til eitt hentleikaflaggparadís, og eitt fyritøkuskattaparadís, og transitflogvallaparadís, og universitetsparadís, o.s.fr.!!!1

Ella kom og ger Føroyar til eitt paradís fyri snævurskygd, konservativ fólk sum ongantíð fáa nakað gjørt, ongantíð vilja fáa nakað gjørt, og sum skjóta fólk niður sum royna at fáa nakað gjørt.

Åh, bíða...


Well this time I completely agree with Vuzman.

Malmø it is...forbuds Sverige isn't all that bad when the competition has left for crazy town...
Vester on September 26 2009 09:53:14
Sjúkt.

Teir burdi gjørt nakrar lógir sum nágreinuligani siga frá hvat i er loyvt og hvat í ikki er loyvt....
Jogvanth on October 01 2009 08:27:40
Nei, teir áttu at lati fólk gjørt sum teimun lysti, og so sett lógir at forða teimun ið at gera beinleiðis skaða á onnur!
Post Comment
Please Login to Post a Comment.
Ratings
Rating is available to Members only.

Please login or register to vote.

No Ratings have been Posted.
Login
Username

Password



Forgotten your password?
Request a new one here.
Last Seen Users
TorellionOnline
OKJones00:17:26
Norlander06:53:22
Spiff21:17:22
Grizlas 1 day
Aliennizer 4 days
Vester 5 days
fjallsbak 6 days
Vuzman 1 week
Boddin 3 weeks
Obituaries
You must login to post a message.

Grizlas
25/07/2025 07:25
works with no issues in normal version of Firefox. I'm guessing you either did not do CTRL+F5 or are using some adblock plugin.

Norlander
25/07/2025 04:52
Use Firefox and it blocks all sorts of unwanted stuff of course.

Grizlas
24/07/2025 14:57
Using some ad-blocker? Try ctrl+F5

Norlander
24/07/2025 12:25
its mostly just grey for me...

Grizlas
24/07/2025 12:07
This banner is the best we've had so far.

Grizlas
04/07/2025 09:01
RIP Mr. Blonde

Grizlas
03/07/2025 14:36
Could it be they lack those things because you know they are AI generated? smiley

Vuzman
03/07/2025 11:44
They all look... off. Incongruous, lacking personality and identity... Know what I mean?

Norlander
02/07/2025 22:27
WooHoo a new news item!

Grizlas
02/07/2025 20:29
None of them huh, Vuz? smiley